Hesaferð so varð ov nógvur dentur lagdur á danskaran Hans Berntsen, sum varð komin til Føroyar at grøða fólk.
Kanska hevur tað verið í so nógv - at fara í holt við seks sendingar um evni, sum skal skapa øsing hvørja ferð. Ella kanska vit eiga tað besta til síðst ..? Eg ivist.
Størsti feilurin, trúgvi eg, varð at KVF valdi at útseta sendingarnir Guð signi Føroyar til eftir Páskir - tí tað varð alt ov leingi at bíða eftir og serliga tá ein hugsar hvussu populerar sendingar vóru í byrjanini.
Næsti og seinasti partur av Guð signi Føroyar verður aftur at sjá komandi hóskvøld eftir Dagur & Viku og tá vóna vit sjálvandi, at Heini endar við einum brakið.
JáH (y) 13.04.2018