Klaksvík:
3. februar kl. 19 í Ósaskúlanum
Vágum:
4. februar kl. 19 í Marghøllini í Sørvágs skúla
Suðuroy:
24. februar kl. 19 í Miðnámsskúlanum í Grønudali
Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.
Í kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett um grindaskeið:
Grindaskeið
§ 18. Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á skeiði, har hann fær kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu.
Stk. 2. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Landsstýrismaðurin góðkennir frálærutilfarið.
Stk. 3. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum.
Grindalógin – Løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval, við seinni broytingum:
§ 5. Heimilaður at avlíva hval er persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur luttikið á grindaskeiði við kunning um grindalóggávu, brúk av grindareiðskapi, drápshátt, staðfesting av deyðseyðkenni, og sum hevur fingið skeiðsprógv.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um grindareiðskap, góðkendar drápshættir, grindaskeið, frálærutilfar, skeiðsprógv o.tíl.