Barrin eitur Maverick og so kundi man kanska hóskandi kallað Grilluna fyri "Grillin hjá Símun"
Símun á Høvdanum sigur, at Maverick hevur havt Grilluna opnað til allar fótbóltsdystirnar hjá KÍ, men nú er ætlanin, at hava Grilluna opnað hvørt kvøld frá kl. 18.00 - 22.00 og byrjað verður ídag.
Ætlanin er at selja vanligar grillvørur, eitt nú, pylsur, Fransk hotdog, búffar, toast, kylling & Chips og annað.
Ungar kreftir sleppa at royna seg og fara at standa fyri allari søluni. Í fyrstu syftu vera tað, Jetta Svøðstein, Miriam Bethuelsdóttir og Petur Pauli á Høvdanum, sum fara at standa fyri, at hava Grilluna koyrandi. Sjálvandi við hjálp frá okkum eldru.
Ætlanin verður so í framtíðini, at hava Grilluna opnað samstundist sum Maverick hevur opið, tó ikki um náttina.
Vónandi taka kundarnir væl ímóti hesum ungu fólkunum. Biðleggjast kann eisini á telefon 454570 og tiku verður ímóti Kortum, eisini Master Card.