Loyvið, at nýta Djúpimýru til altjóða dystir, er eisini treytað av, at verkætlanin við hornaskýlinum verður framd.
Arbeiðið merkir, at ferðslan eftir J. Waagsteinsgøtu til Svimjihøllina verður tarnað nakað. Heitt verður á bilførarar og fólk til gongu at vísa varsemi.
Tað er eisini júst í dag, at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur 119 ára stovningardag, og í kvøld hevur KÍ ein týðandi dyst ímóti FC Sherrif úr Moldova.
Klaksvíkar kommuna ynskir KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag tillukku við degnum og góða eydnu í kvøld 💙
Klaksvíkar Kommuna