Skattaprosentið ferð nú endiliga niður við 1.25 prosentum, eftir at Klaksvíkar Kommuna hevur verið ein av teimum fáu Kommunum í Føroyum, sum hevur økt skattaprosenti, ímeðan tey hava sitið við róðri hesi seinastu árini. Seinasta ár var Kommunuskatturin í Klaksvík 22 prosent.
Seinasta ár var stórt rumbul, tá ið Klaksvíkar Kommuna hækkaði skattaprosenti, tá vóru tíðirnar eins góðar, sum tær eru ídag, men tá var grundgevingin tann, at hækka skattaprosenti, at tað skuldi fíggja nýggja skúlan og at skattaprosenti skuldi lækkað aftur, tá skúlin stóð liðugur. Skúlin er ikki liðugur enn, men hesaferð vóru øll sera samd, bæði andstøða og samgongan at lækkað skattaprosenti og fíggjarætlanin 2016 bleiv einmælt samtykt.
Sigast skal, at kommunuval verður næsta ár og sjálvandi gongur ikki at hækka skattaprosenti í einum valárið :)
SáH