Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevði fyrr í vikuni fund við arbeiðsbólkin, ið undanfarna landsstýriskvinna setti, sum skal orða ein tænastupolitik á almannaøkinum.
Eyðgunn Samuelsen hevur gjørt av, at arbeiðið skal halda áfram - tó við broyttum arbeiðssetningi. Hon hevur biðið arbeiðsbólkin viðgera spurningin um, hvussu borgarar, sum fáa bútilboð frá Almannaverkinum, kunnu fáa skipaða viðlíkahaldsvenjing. Eisini hevur landsstýriskvinnan biðið arbeiðsbólkin viðgera, hvussu borgarar, sum bera brek, kunnu fáa hjálp til flutning í sambandi við tænasturnar.
Arbeiðið at gera eina tænastulóg er liður í arbeiðinum at fremja nýskipanir á almannaøkinum sum skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum. Tænastupolitikkurin, ið arbeiðsbólkurin orðar, skal skal verða grundarsteinur undir nýggju tænastulógini.
Ein breittfevnandi arbeiðsbólkur við umboðum fyri myndugleikar, fakfeløg og áhugafeløgini skal orða tænastupolitikkin, sum eftir ætlan skal handast landsstýriskvinnuni í februar 2016.