Serskild ákoðarapláss eru til rörslurtarnað. Hesi vera merkt við skelti, eru lyft upp og hava rampu, har til ber hjá rullistólum at koma til.
Mitt á festivalökinum, er eitt kommunalt wc ið er útgjört til rörslutarnað. Hettar WC er sett av til rörslutarnað og putlirúm hjá smábarna familjum at brúka.
Törvar tær fylgjara, ber til at fáa eitt vikuskiftis-atgongumerki til hendan við at hava fylgjarakort frá MBF við. Vert er at leggja tilmerkis, at bert eitt atgongumerki er til taks fyri hvönn rörslutarnaða, og tí er best at talan er um ein fylgjara, ið fær veri við tær allar dagarnar.
Bilar frámerktir til rörslutarna hava atgongd til Syðrugötu. Parkeringsviðurskiftini í Syðrugötu eru ógvuliga avmarkað vegna tunga ferðlsu, og tí verður rátt til at fólk við rörslutarnið verða sett av í Syðrugötu og bilar parkeraðir við Götugjógv og Norðagötu.
Minnist til at hava fylgjarakortið við!
Kelda: gfestival.fo
SáH