Gentan var heilt burtur og onkur spurdi meg, um eg hevði vatn at geva henni. Eg hevði eina Appolaris í bilinum, so roynt var at geva henni tað og lukkutíð, so komu tveir sjúkrabilar á staðið og teir tóku yvir og løtu seinni bleiv hon koyrd á Klaksvíkar Sjúkrahús.
Spurdi undómin, hví Politi var farið avstað og tey søgdu, at teir fóru at leita eftir Russarnum. Haldi ikki nakað russiskt skip liggur í Klaksvík í løtuni, men tá ið eg koyrdi heim aftur ímorgun, nú klokkan 07.30, ja so fóru tríggir russara við bláa bussinum hjá Strandferðsluni við Effo støðina.
Tað er ikki fyrsti ferð, vit hava havt trupuleikar við russarnum í Klaksvík, men so seint ella so tíðliga um morgunin, plaga teir ikki verið í býnum.
Vit vóna at gentan ikki hevur fingið varandi mein og hon kemur fyri seg aftur og hasin russarin er blivin tikin av løgregluni.
SáH