Gekkurin er nú komin uppá 3,2 milliónir og munna tað vera mong, sum meta - at nú er tað blivi í so láturligt, at spæla Gekk hvørt fríggjakvøld.
Fólk sum ringdu inn ígjár - fingu 25.000,00 kr, men tann stóri vinnarin fór einans avstað við góðar 12.500,00 kr - also helvtina minni enn tey, sum vunnu 25.000 kr. Spurningurin er so - hvussu leingi Gekkurin kann blíva við at vaksa og hvat Gekkurin endar á - tá ið endiliga ein vinnari er funnin.
Vit á Norðoya Portali halda, at tað er tíð uppá, at fólkini handan Gekkin - lata tey sum ringja deila vinningin í trý - so at ein góð millión endar í hvørjum krússa-potti, tí hetta er blivi í so stuttligt at spæla hvørt fríggjakvøld. Ella deila vinningin út soleiðis - at fleiri vinnarar vera av tí yvirhonds-stóra pottinum, sum hann er í núverandi løtu ... her má also okkurt henda ..!
JáH (y) 09.06.2018