Les eisini: Norðoya Portalurin fingið svar frá KVF viðvíkjandi Gekkinum
Eisini varð Tróndur Vatnhamar sera fegin um - øll tey hugskotini, sum NP (og tit) vóru komin við - og bóðu okkum endiliga ikki halda okkum aftur við at senda teimum fleiri hugskot.
Í nógvum førum hevur tað givið bonus, at senda hugskot til Gekkin, tí eitt nú fyri tveimum vikum síðani, so fingu tey sum ringdu inn 5.000 kr eyka - umframt vinningin. Og síðsta fríggjakvøld fekk tann stóri vinnarin 10.000 kr eyka - umframt 15.500,00 vinningin, sum vinnarin til endans lendi á.
Nú Gekkurin er heili 3 milliónir - so verður tað spennandi, um vinnarin næstu ferð - kann deila stóra vinningin í 3. og koyra 1 millión á hvør sín pott, men samstundis eisini kann hava møguleikan, at koyra allan vinningin í ein pott. Umframt tað - so rokna vit eisini við, at hvør tann sum ringir inn - fær eini 10.000 kr eyka - umframt vinningin.
Har "live" tónleikur og eyka vinningar eisini vera ein partur av komandi Gekka spælið. Tað ber altíð til at liva í vónini, at KVF stýrið lurtar eftir tær ... meira enn tað, kann man faktist ikki gera, isje sannheit ..?
JáH (y) 07.06.2018