Og siga vit til stuttleikar, at Gekkurin hevur selt áleið 40.000 seðlar í kvøld - so gevur tað 1,2 milliónir krónir inn til Gekka puljuna - also eina góða millión, sum sikkurt verður brúkt til ymiskar útreiðslur, sum KVF hevur.
Nógvir Møguleikar - men AK !!!
Men tað hevði jú verið ein møguleiki hjá Gekkinum, at givið fólkunum, sum ringdu inn - eini 10.000 kr eyka, so at ein næstan ikki føldi seg illa - um ein endaði á tí Bláa vinninginum. Eisini kundi tað verið ein møguleiki, at Gekkurin nú bleiv deildur í tvey, so at tvey fólk høvdu møguleika at vinna 1,3 milliónir í part.
Og hví biður Gekkurin ikki tónleikafólk koma í studio at fjálga um - so at tað ikki virkar so hjernadeytt at spæla ..? Come on, vit tosað also um 2,4 milliónir og hetta er tað besta tit kunna bjóða okkum ..?
Vónandi verður meira "go" í Gekkinum næstu ferð - nú Gekka upphæddin er komin upp heilar 2,6 milliónir og vónandi fáa tey, sum hava vinnaraseðlar og tey sum ringja inn - eitt sindur meira fyri peningin - enn tey áður hava fingið. Tað líkist milt sagt ONGUM, at ongin eyka vinningur varð hesa ferð og fyri mítt viðkomandi, so líkist tað heldur ONGUM, at høvuðsvinnarin einans fekk 12.500 kr heim við sær, tá ið tað kom til stykkis.
Men hvat halda tit ..? Sig tína meining um Gekkin og fara vit at hava eitt Gekka-tema koyrandi tí næstu vikuna - bert fyri at vita, um Gekka fólkini yvirhøvur tíma at lurta eftir okkum. Og tíma tey ikki tað, so er tað kanska ein spurningur - um vit yvirhøvur skula tíma at spæla Gekk næstu ferð ..!
JáH (y) 18.05.2018