NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Gekka-Tema: Nú Gekkurin ongan enda fær álíkavæl

5/6/2018

Comments

 
Billede
Nú Gekkurin ongan enda fær álíkavæl - hevði tað so ikki verið eitt gott hugskot hjá KVF at býtt Gekkin í tveir partar (ella tríggjar), so at vinningurin ístaðin bleiv 1,5 milliónir hesa ferð og møguliga eisini 1,5 milliónir næstu ferð ..?

Tað virkar totalt absurd, at ein persónur fer avstað við heili trimum milliónum, tá ið ein saktans kundi havt gjørt hetta spælið øðrvísi/stuttligari  og longri at spælt við.

Les eisini: Gekka-Tema: ONGIN eyka vinningur (det er sku' en ommer, Gekkurin)

Tað liggja ímillum 30 - 40.000 Gekkaplátur, sum vera seldar til hvørt Gekka-spæl, men enn væntar ein tað, at tá ein vinnur Bláa vinning, sum hevur virði uppá 2.000 kr, um ein er so heppin at sleppa ígjøgnum, eftir at ein hevur vunnið.

Billede
Til alla æru vert, so hevur Gekkurin (kanska) lurta eftir tykkum, sum góvu viðmerking til grein, sum vit á Norðoya Portali skrivaðu fyri tveimum vikum síðani, at vit søgdu at ein burdi fingið 10.000 kr eyka - umframt Bláa vinning. Tað hevur Gekkurin so at siga - tikið til tín, tí nú vinnur ein 5.000 kr eyka - um ein ringir inn (hetta varð tó ikki galdandi seinasta Gekk, men næstseinasta). Hetta kundi saktans verið 10.000 kr, halda vit enn á Norðoya Portali (sum einans seinasti vinnari fekk seinast).

Har er onki LUXUS av Gekkinum

Tá ið Rudolf Joensen varð vertur á Gekkinum, so varð tað fyri tað fyrsta - sera stuttligt, at spæla við. Og ein gleddi seg eisini til finalu-spælið, har vinnarin hevði "snolla" seg upp, fyri at snara Gekkahjóli. Her varð talan um lúku-vinningar, har ein hjálparvertur hjálpti Rudolf, tá ið ein skuldi velja sær eina lúku og faktist - so varð Gekkurin nógv stuttligari at spæla við. Nú ringir ein inn - og tað er onki persónligt ei heldur undirhaldandi at fylgja við. Nei, heilt erligt - so varð Gekkurin nógv stuttligari fyrr og hevði eisini nógv størri undirhaldsvirði - enn hvat hann hevur í dag.

Billede
​Í dag dragar tað seg einans um COLD CASH

Um vit siga, at tað eru 35.000 Gekkaplátur seldar - so gevur hetta úrslit 1.050.000 kr í vinningi til Gekkin - har góðar 200.000 kr vera settar av til næsta spæl. Gekkapláturnar kosta kanska eitt sindur at prenta, men hetta verður sikkurt gjørt uppá allerbíligasta máta, tá ið hetta er talan um sera bíligt prent-papír, sum prentað verður á. Men latið okkum siga, at tað kostar 5 kr pr. plátu at prenta - so kostar hetta Gekkinum 175.000 kr og Effo/Magn støðirnar fáa kanska eina 5 kr pr. plátu - fyri at selja tað og aftur so Gekkurin av við eini 175.000 kr í sølu/keyp útreiðslur. Nú hava vit "kanska" eitt roknistykki frammanfyri okkum - tí enn er hetta eitt git frá okkum á Norðoya Portali:

Vinningur:                         1.050.000,00 kr
Sølu útreiðslur:                 175.000,00 kr
Prent:                                   175.000,00 kr
Vinning til næsta Gekk:  200.000,00 kr

Eftir til Gekkin:                  500.000 kr. (í minsta lagi. Talan er helst um nógv meira).

Og her er also talan um rættiliga fitt av peningi, sum liggur eftir til Gekkaspælið - tí tað hevur verið í hvørtfall 6 vikur, at sølan hevur verið góðar 35.000 eintøk av Gekkinum og tað gevur runt roknað góðar 3 milliónir í kassan hjá KVF higartil - og hvør veit - kanska er talið enn størri enn hvat vit hava rokna tað til at vera ..?

Billede
​Er Gekkurin í holt við at gera enda av sær sjálvum ?!?

Tá ið undirritaði hevur tosað við fólk um Gekkin, so eru fólk á einig mál um, at hetta er blivi for langt úti og nú er tað also blivi til ein trongd, at fólk keypir sær ein Gekkaseðil. Nú er tað ikki nakað serligt stuttligt longur at spæla - tí vinningurin er blivin so stórur, sum hann nú einaferð er. Og tá ið so tann stóri vinningurin er farin - so fellur Gekkurin niður aftur á góðar 100.000 kr. Duga fólkini handan Gekkin ikki síggja - hvat tey eru í holt við at gera ..? Hetta fer at gera tað, at fólk ikki longur fara at tíma at spæla Gekk longur og áðrenn vit vita av - so er Gekkurin farin í ommusøguna.

Hví oyðileggja nakað, sum er gott ..? Hvat við, at tit geva fólkunum, sum ringja inn eini 10.000 kr eyka, pluss vinning ..? Og at tann sum nær endan - fær 50.000 kr, umframt tað hann/hon lendir á ..? Hvat við at taka persónar aftur inn í studio og geva Gekkinum ein gamlan búna aftur, sum fólk annars elskaðu við Gekkinum. Í stuttum: Hvat við at geva fólkunum tað, sum tey sjálvi hava goldið fyri ..? Skula tey ikki eisini fáa okkurt fyri peningin ..? Latið nú forfanin vera við at vera ov smálig, Gekkurin - tí fólkini sum spæla viku eftir viku - hava so sanniliga uppiborið meira enn tað ... Gev okkum meira fyri pengarnir, gev okkum "live" orkestur og gev okkum meiri undirhald, tí vit álíkavæl fara at spilla góðar 40 minuttir av okkara lívið næsta fríggjakvøld Kl. 19.40.

JáH (y) 05.06.2018

Billede
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.