
Hetta hevur verið ein long heimreisa hjá teimum. Teir fóru at sigla seinasta leygardag tann 7. januar, so seks dagar tók hendan heimreisan.
Væntandi leggja teir at bryggju tíðliga ímorgun, tá ið tollarnir og kajfútin eru vaknaðir.
Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi og hevur hann 448 tons, har 60 er heilfrystur toskur og restin er flak.
Skipari hendan túrin er Brandur Joensen.
Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.
SáH