Í kvøld verður G! festivalurin av álvara skotin í gongd. Í gjár kappaðust tey ungu um bestu plássini á tjaldingarøkinum og í dag er sjálvt festivaløkið klárt.
Pottarnir og sandurin í Syðrugøtu er hjartað í festivalinum og har er sjálvsagt lív.
Heilt stóru nøvnini, sum fara fylla sandin í kvøld eru Phlake og SBCR aka The Bloody Beetroots, sum leggja upp til tað heilt stóru elektronisku veitsluna. Á spæliplássinum í kvøld eru Konni Kass og Punjab høvuðsnøvnini, meðan tann heilt stóra tungmálmsveitlsan verður í Fjósinum, har tiltakið “Upp við Hornunum” bjóða fremstu tungmálmsorkestrini, so sum Iron Lungs og serliga Svartmálm.
Vælkomin á G! Festival