
Heilsustøðan hjá viðkomandi og familjuni hevur verið góð allatíðina, síðan hann kom aftur til Føroyar úr París tann 24. februar. Maðurin fekk sjúkueyðkenni 29. februar. Hini trý í húskinum vóru eisini kannað, og øll úrslitini vóru negativ.
Landslæknin fór beinanvegin at kanna nærri allar teir persónar, sum hann hevði verið í sambandi við. 18 fólk vóru sett í sóttarhald, og tey eru somuleiðis loyst úr sóttarhaldinum.
Onkur teirra hevur verið heima við hús, meðan onnur hava verið á Hotel Vágum. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni.
Heilsumálaráðið