Stutt fyri midnátt í gjár andaðist Hansara kongaliga hátign Heindrikur prinsur, 83 ára gamal.
Heindrikur prinsur var ein avhildin maður í Føroyum. Honum tóktist at hugna sær og trívast væl millum føroyingar. Ofta var hann fúsur við einari knappari og skemtiligari viðmerking, og altíð vísti hann áhuga fyri føroyskum viðurskiftum.
Fyrstu ferð Heindrikur prinsur vitjaði oyggjarnar var í 1971. Hetta var árið fyri, at trónuarvingi Margretha gjørdist drotning. Hann var í alt 10 ferð á almennari vitjan í Føroyum. Altíð við Margrethu drotning við sína lið. Seinastu ferð hann var á almennari vitjan var í 2010.
Heindrikur prinsur var føddur í 1934 í Fraklandi. Fyrstu árini búði hann í Vjetnam, tók universitetsprógv í Fraklandi og arbeiddi seinni sum diplomatur í London. Í 1967 giftist hann Margrethu trónarving. Tey eiga synirnar Krúnprins Fríðrik og Prins Joakim, umframt átta ommu- og abbabørn.
Vegna Landsstýrið og Føroya fólk vísi eg samkenslu við Hennara hátign Margrethu drotning og húski hennara í sakni og sorg teirra, nú Heindrikur prinsur er farin.
Vit minnast Hansara kongaligu hátign Heindrik prins í takksemi og virðing. Hvíl í friði.
Aksel V. Johannesen, løgmaður.