Tann eini tilburðurin hevur samband við smittuketu, ið Landslæknin fylgir. Hinir tríggir tilburðirnir eru frá nýggjari smittuketu, sum Landslæknin nú kannar.
Í gjár vórðu 1.499 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 203.657 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 626 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 568 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 58 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.
Heilsumálaráðið