Mostefai varð ein av teim, sum sprongdi seg í luftina í konserthøllini Bataclan og harvið tók lívið av 89 menniskjur og sáraði fleiri hundrað øðrin. Mostefai hevði ikki eina reina straffu-attest og tí kundi løgreglan funnið útav, at fingurin hjá tí sprongda hoyrdi til Mostefai.
Mostefai varð ein familjumaður, og hevði tvær systrar og beiggar. Tey vita ikki hvar hann hevur verið, men tey rokna við - at maðurin í fleiri mánaðir áðrenn álopið - hevur verið í Sýria.
Ávísin Le journal du Central heldur seg vita, at bróðurin hjá Mostefai eisini varð ein av teim, sum sprongdi seg í luftina á Bataclan konsert-høllini, men hesi tíðindi eru ikki váttaði enn av tí fronsku løgregluni.
IS hevur átikið sær skuldina av álopunum í París, har 129 menniskjur higartil hava latið lív, 352 menniskjur eru sáraði, har 99 av teim sáraðu stendur illa til. IS lovar á teirra heimasíðu, at hetta er bert byrjanin til ein storm, sum fólk kunna væntað sær og fegnast annars um álopini á París, sum vóru framd fyrradagin.
JáH (y) 15.11.2015