NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Frumtekningar á Skúlatrøð

5/3/2018

Comments

 
Billede
Tekningarnar til søguna "FamilJan", sum Elin á Rógvi hevur skrivað til skúlabókina Nem í fjórða, prýða veggirnar á Skúlatrøð. Jóannes Lamhauge hevur teknað.

Herfyri løgdu Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung leiðina framvið Skúlatrøð, har tey handaðu skúlanum eina eitt sindur øðrvísi gávu. 

Talan er um frumtekningarnar, sum Jóannes Lamhauge hevur teknað til søguna "FamilJan", sum er at finna í lærubókini "Nem í fjórða". Elin á Rógvi hevur skrivað søguna, og Nám gav út bókina í 2016. Talan er um frálærutilfar til lærugreinina føroyskt í fjórða flokki, og tí eru innrammaðu frumtekningarnar hongdar upp at listprýða Torgið, har stovurnar hjá 4. flokkunum eru.

Gávan varð handað Vagn Foldbo, skúlastjóra í samband við morgunsangin hjá 4. flokkunum, og í samband við handanina greiddi borgarstjórin frá meiningini við at listprýða skúlan á ein eitt sindur øðrvísi hátt, og harumframt greiddi nevndarforkvinnan frá um tekningarnar, sum fylgja gongdini í søguni.

"Familjan"
Søgan snýr seg um hvíta veðurlambið Jan, sum inntil fyri stuttum hevur hildið seg vera heimsins miðdepil, tí omma hansara altíð hevur greitt honum frá, at "familjan er tað týdningarmesta".

Tá tað nú gongur upp fyri Jan, at hugtakið "familja" fevnir um meira enn hansara egna lív og navn, fer hann at hugleiða um sína familju. Hon fevnir millum annað um fýra hálvsystkin (pápi Jan - sum forrestin er ársins veðrur, er ikki pápi teirra) og forherðaðu systkinabørnini Tvíl og Ba, sum eru flekkut tvílembulomb.

Tekningarnar fylgja sum nevnt søgugongdini, og sjálvur lýsir Jóannes Lamhauge tekningarnar soleiðis: 

Familjur eru so ymiskar. – Ymiskar í stødd, ymiskar á liti, og so hava tær allar síni egnu løgnu sermerki. 

“Her heima hjá okkum eru vit øll púra vanlig”, hoyrir tú ongantíð nakran siga. Og kanska er tað í veruleikanum so, at hugtakið “ein púra vanlig kjarnufamilja”, har øll eru eygagóð og væl greidd, bert nakað, ið onkur hevur funnið uppá.

Søgan “FamilJan” í Nem í fjórða eftir Elina á Rógvi, snýr seg um eitt føroyskt seyða-húski, ið hevur sínar egnu trupulleikar at dragast við, og tær tilhoyrandi vatnlits-myndirnar varpa ljós á júst hendan ymiskleikan og tey flekkutu eyðkenni, ið vit jú øll hava sum børn, systkin, foreldur, ommur og abbar, ið liva og húsast saman hvønn dag.

Serliga er tað hitt hvíta veðurlambið, Jan, ið er ørkymlað. Tað er ikki altíð so lætt og líkatil at fáa skil á øllum familju-hurlivasanum tá pápin er rýmdur í ein annan hagapart, og alt er ein verri fløkja heima í seyðahúsinum.

Kelda: Klaksvik.fo

​SáH

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.