NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyar Fara Niður Í Ferð

12/3/2020

Comments

 
Billede
Komandi tvær vikurnar fer føroyska samfelagið niður í ferð. Vit vera meira heima – og minni úti. Tað er fyri at ansa eftir Føroyum, føroyingum og hvørjum øðrum.

Tað staðfesti løgmaður á tíðindafundi í Tinganesi fyri løtu síðani.

Heimsheilsustovnurin WHO hevur bólkað coronasmittuna sum eina alheimsfarsótt, og rundan um okkum er støðan álvarsom. Í grannalondunum breiðir smittan seg skjótt.
Í Føroyum er framvegis tamarhald á støðuni. Tað er hon fyrst og fremst, tí borgarar, vinna og felagsskapir kring alt landið hava fylgt teimum tilráðingum, sum myndugleikar eru komnir við seinastu tíðina. Smittan hevur ikki fingið fastatøkur, og tey smittaðu eru ikki smittað í Føroyum, men uttanlands.

Men í einari álvarsstøðu sum hesari mugu vit ikki vera bláoygd. Munagóð tiltøk verða sett í verk fyri at forða, at smittan breiðir seg her hjá okkum. Hetta byggir á meginregluna um, at tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin.

“Samfelagið fer niður í ferð, men tað steðgar ikki. Víðfevnd tiltøk verða sett í verk, og eg veit væl, at tað kann tykjast øvugt samstundis at vissa fólk um, at tað er tamarhald á støðuni. Átøkini verða sett í verk fyri at tryggja, at støðan ikki versnar,” segði løgmaður á tíðindafundinum millum annað.

Stig eru tikin fyri at tryggja, at kjarnutænasturnar í føroyska samfelagnum kunnu halda fram sum vant. Tað er og verður ríkiligt av mati, goymslurnar eru fullar, og heitt verður staðiliga á fólk um ikki at leggja inn undir seg.

“Nú skulu vit standa saman og taka ábyrgd,” segði løgmaður

At Føroyar fara niður í ferð komandi tvær vikurnar, inniber millum annað, at:
•Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt
•Mælt verður kommunum til at taka stig mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á veg til Føroya
•Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima
•Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum
•Skúlaverkið – tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar – letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima.
•Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn.
•Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum.
•Á privata arbeiðsmarknaðinum eru stig longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu
•Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst
•Mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikur
​
Løgmansskrivstovan

Billede
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.