Borgarstjórin Karl Johansen beyð vælkomin á loftinum í KÍ høllini og síðani hevði Eirikur í Jákupstovu, vinnu- og mentanarstjóri, eina framløgu um kommununa, har hann legði í síni framløgu dent á vaksandi inntøkurnar og fólkavøksturin seinnu árini, umframt tær íløgur, sum eru gjørdar í og kring miðbýin. Eftir tað vísti Torkil Mørkøre, leiðari fyri ítróttardepilin, gestunum góðu umstøðurnar hjá ítróttinum. Seinni fekk ein errin Hilmar Danielsen høvi at greiða frá arbeiðinum hjá KÍ.
Eftir vitjanina gekk leiðin til umsorgarnarheimið Gloria, umframt at vitja eisini varð í Christianskirkjuni, Betesda, Føroya Bjór og Looknorth. Ferðalagið fer aftur til Danmarkar hósdagin.
Gestirnir takkaðu fyri blíðskapin og vóru sum heild sera áhugaðir og høvdu nógvar spurningar um Klaksvík og føroysk viðurskifti annars.
Fleiri myndir, klikk link her, "Føroyanevndin vitjaði ítróttardepilin".
Klaksvíkar Kommuna