Vit senda fráboðaninar víðari til sløkkiliðini og bjargingarfeløgini runt landið, men tey eru sjálvandi eisini darvaði av ringa veðrinum.
Politiið heitir tí á fólk um vælsignaði at halda seg innandura, tí nógv tøk eru rivin og fleiri húsaklæðningar eru foknir, og av teirri orsøk fúka takplátur og annað byggitilfar runt allastaðni.
Hetta hendir so at siga um alt landið.
Kl. 20:57 bleiv vindmegin mált til 70 m/sek á Norðadalsskarði.
Higartil hevur politiið fingið 85 fráboðanir um skaðar.
SáH