![Billede](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/corona-mynd2020.jpg?1587214319)
Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 171 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 17. apríl 2020 klokkan 07.35