Trý menniskjur lótu lív týsdagin, tá ið Chekatt byrjaði at skjóta frá hond í Strasbourg. Hann slapp til rýmingar við at kappra ein taxabil - har hann hótti taxasjafførin við at drepa hann, um hann ikki koyrdi avstað í stundini.
Løgreglan heldur, at maðurin hevur staðið einsamallur aftanfyri álopið og biður nú fólk halda eitt vakið eygað eftir manninum á myndini omanfyri, sum forrestin - er blivin dømdur 27 ferðir fyrr fyri brotsverk í Fraklandi, Týsklandi og Sveis - har ímillum rán av einari tannklinikk og einum apoteki.
JáH (y) 13.12.2018