Eisini verður tann ætlandi kaféin fyri eldri mikumorgunin útsett av tí sama.
Tó verður kirkjuráðsvalið sum ætlað, í kirkjukjallaranum týsdagin 2. november, kl. 10 til 20.
Vøggusangurin fríggjadagin 5. november verður fluttur til fríggjadagin 12. november.”
Vónandi verður kirkjugongdin tikin upp aftur um eina viku, um smittutølini fara niður aftur”
Vinalig heilsan
Jógvan Ravnsfjall
kirkjuráðsformaður
Christianskirkjan