NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fólkið merkir ikki ”munagóðu” batarnar

8/4/2022

Comments

 
Picture
​Fólkið í Føroyum hevur longu biðið um heimafrið undan órímiligum gangi frá skipum í órímiliga langa tíð. Tí má ein eftirmeting gerast beinanvegin.

Kommunufelagið reypar sær av at hava gjørt 273 mátingar í fjørð heyst. Heimafriður kann vísa á, at minst líka nógvar mátingar longu er gjørdar langt frammanundan, at kommunufelagið nakrantíð fór í holt við at stoypa tann djúpa tallerkin umaftur.

Allar hesar ljóðmátingar, í árunum frá 2006 – 2022, sum eru gjørdar eftir forskriftunum, eru skjalfestar og handaðar Umhvørvisstovuni, sum er vitandi um mátingarnar. Eisini hevur Steingrund Akustikk gjørt fleiri stakmátingar og langtíðarmátingar um alt landið. Mátingarnar tekna eina klokkuklára mynd av, hvørji skip eru ein trupulleiki, og tískil átti tað verið lætt, at farið málrættað eftir at dempa hesi skip.

Kommunufelagið sigur eisini í tíðindaskrivinum, at tað er umráðandi at fólk boða frá, tá tey føla ampar frá skipum. Men, júst hetta hava fólk jú gjørt í fleiri ár. Tey hava kært sína neyð og fleiri teirra skrivligt. Kommunurnar hava skjalprógvað avrit av klagum liggjandi, og eiga hesar klagur at tekna eina mynd av, hvørji skip eru ein trupulleiki og tí eigur málið nú at verða loyst, uttan tað skal vera neyðugt, at fólk verða fyri órímiliga gangininum enn einaferð. Vitannina og skjlaprógvanina um óljóðið, hava mynduglekarnir liggjandi, bæði í form av klagum og ljóðmátingum!

Tað eigur ikki at vera neyðugt, at hvørt einstakt skip, hereftir skal kannast, tí trupulleikin eigur at hava verið loystur í gjár! Fólk hava longu verið ígjørgnum órímiligan ágang, og tað átti at verið miðjað ímóti, at tey ikki aftur skulu útsetast fyri tí sama, aftur og aftur og aftur…

Felagið heitir tí enn einaferð staðiliga á myndugleikarnir um at brúka klagurnar og ljóðmátingarnar, sum tey longu hava, í arbeiðinum um at basa larmin frá skipunum, fyri at forða fyri at fólk framhaldandi vera útsett fyri hesum sama ferð aftaná ferð.

Sambært Kommunufelagnum kunnu havnirnar, eftir reglugerðini, gera mátingar, ”tá ið tær meta tað hóskandi”. Í og við, at tað er eitt samstarv kommunurnar millum, er fatanin av, nær tað er hóskandi og hvussu álvarsamt havnirnar (kommunurnar) í hvør sínum lagi taka sær av málinum, órímiliga ymiskt.

Klaksvíkar Kommuna eigur einki rós uppiborðið. Tað tykist sum um, at Klaksvíkar kommuna ikki tekur reglugerðina í álvara. Í øllum førum tekur kommunan hvørki felagið ella sínar egnu borgarar í álvara.

Klagur verða sendar Klaksvíkar Kommunu, sum síðani sendur klagurnar víðari til Eirikur í Jákupstovu, sum ongantíð svarar, fráboðar ella ger nakað við málið. Hann letst ikki um vón. Felagið hevur ta fatan at borgarar í Klaksvíkar kommunu føla seg alts ikki tikin í álvara, og tað er ein trupulleiki, tá kommunala reglugerðin jú skal eitast fyri at vera ein samtykt reglugerð og eitt samstarv kommunurnar ímillum.

Vit hava eisini dømi frá Tórshavnar havn, sum fyri stuttum staðfesti, at ljóðmátingarnar av skipi í Kollafirði vóru ov høgar, sambært núverandi galdandi reglugerð. Tá spurt varð um, hvat Tórshavnar havn síðani fór at gera við konkreta málið, var aftursvarið, at teir skuldu meta um, hvørt teir skuldu fráboða skipinum um mátingarnar.

Skipið varð liggjandi í meira enn 14 dagar eftir, at mátingin varð gjørd. Í hesum tíðarskeiðinum komu upp til fleiri klagur til felagið, Tórshavnar Havn og Tórshavnar kommunu óavhangugt av hvørjum øðrum. Eisini kom klaga, eftir at skipið var farið, har borgari lýsti støðuna, tíðina við hesum skipinum við bryggju. Borgarin segði, at hetta tíðarskeiðið hevði gingið útyvir sálarheilsuna í húskinum. Eisini vóru børnini nógv ávirkað.

Fólkið merkir als ikki ikki ”munagóðu” batarnar , sum Kommunufelagið sigur seg hava við basing av óljóði frá skipum.

Felagið Heimafriður er klárt til eina eftirmeting av kommunalu reglugerðini og heldur, at hetta átti at verið gjørt umgangandi.

Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna

Felagið Heimafriður

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.