NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fólkatingslimir á vitjan

17/9/2019

Comments

 
Billede
Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan, og í dag var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur fyri teimum í Klaksvík. Ferðalagið telur 16 fólk og endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.

Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har borgarstjórin hevði eina stutta framløgu, har hann greiddi frá um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um fólkavøksturin, sum Klaksvíkar kommuna og Føroyar hava upplivað seinnu árini. Harafturat vóru tey kunnaði um nakrar av verkætlanunum, sum í løtuni eru í gongd í Klaksvík.

Fólkatingslimirnir vitjaðu eisini útibarnagarðin Fjallafípuna, sum liggur í vakra náttúruumhvørvinum Úti í Grøv, har starvsfólk og børn bjóðaðu vælkomin. Niels Juel Arge, leiðari vísti donsku gestunum runt á stovninum, og sigast má, at tey vóru hugtikin av vakra umhvørvinum. Bjørn Brandenborg, ið eisini er hálvur føroyingur, helt fyri, at hetta eru heilt einastandandi umstøður.

– Tað eru serliga tvær orsøkir til, at eg haldi hetta vera ein spennandi stovn. Fyri tað fyrsta, so koma øll børn at kennast, áðrenn tey fara í skúla. Fyri tað næsta, so kann stovnurin gera brúk av náttúruni kring stovnin. Harumframt leggja tey fokus á tey sosialu sambondini, og í minni mun á bøkur og tøl. Tað dámar mær væl, tí tað skulu tey nokk læra seinni, sigur Bjørn Brandenborg.

Donsku gestirnir vitjaðu eisini í Christianskirkjuni, á Kósini og í pumpihúsinum, har Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri greiddi frá um framkomnu sjóhitaskipanina, sum verður klár at taka í brúk í næstum.

Keda: Klaksvík.fo

SáH

Billede
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.