Íbúgvartalið í Klaksvík setur met við 5.036 íbúgvum, men vøksturin á Norðoyri hevur verið serliga stórur, har er fólkatalið voksið við 21%, sum svarar til 23 fólk. Fólkatalið í Føroyum er somuleiðis voksið, tí 1. november búðu 53.613 fólk í Føroyum. Tað eru 810 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um góðu gongdina í íbúgvaratalinum.
- Hetta er hugalig tøl. Vit merkja ein stóran hug at búsetast í økinum og glaðast um, at vøksturin í Klaksvíkar kommunu liggur omanfyri miðal vøksturin fyri landið. Hetta, saman við persónsskatturin fyri november var 19.169 tkr, sum er 8,3% hægri enn fyri nov. 2020, ger, at vit síggja bjart uppá framtíðina fyri kommununa og býin.
Klaksvíkar Kommuna