NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fólkatalið farið upp um 50.000

6/4/2017

Comments

 
Billede
Skrásetta fyribils fólkatalið tann 1. apríl er 50.030.

​Vanlig mannagongd hjá Hagstovuni er at kunngera fókatalið ein mánað afturút, tí fleiri fráboðanir til landsfólkaskránna ofta eru seinkaðar bæði ein og tveir mánaðir. Tað ger, at feskasta fyribilstalið, sum 1. apríl er 50.030, neyvan verður heilt tað sama við næstu uppgerð.

Orsøkin til at Hagstovan kortini kunnger fyribilstalið fyri 1. apríl hóast óvissuna er, at tað er so mikið oman fyri 50.000, at tað neyvan fer niðurum til næstu uppgerð um ein mánað. Til ber tó ikki at siga, hvussu nógv fer burtur av 1. apríl-talinum.

Royndirnar vísa, at fyribilstalið minkar nakað, tí tað serliga eru fráflytingar, sum eru seinkaðar. Sum dømi kann nevnast, at í uppgerðini fyri einum mánaði síðani var fyribilstalið 50.006 fyri 1. mars. Nú ein mánað seinni er tað talið 49.994

Hvør varð nummar 50.000?
Nú fyribilstalið fyri 1. apríl vísir, at fólkatalið er farið upp um 50.000, eru helst fleiri, sum vilja vita, hvør persónur gjørdist íbúgvi nr. 50.000.

Sum Hagstovan áður hevur víst á, er tað ikki so líka til at finna útav. Fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss. Hetta ger, at uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, at fleiri kunna gerast nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrásetingunum.

50.000 og hvat nú?
Hagstovan hevur gjørt eina framrokning av fólkatalinum við støði í søguligum tølum um fólkatal, burðartíttleika, deyðatíttleika og til- og fráflyting frá 1985 til í dag. Hesi árini frá 1985 fram til í dag hava verið stór sveiggj í fólkatalinum og -samansetingini. Hetta sæst aftur í óvissuni í framrokningini.

Sum framrokningin sær út nú, er óvist um fólkatalið framhaldandi fer at vaksa ella um gongdin fer at venda til eina minking. Framrokningin vísir, at tað serliga er flytingin millum Føroyar og útlond, sum kemur at hava týdning fyri gongdina í fólkatalinum.

Í hagtalsgrunninum er fólkatalið við útgreiningum dagført til 1. mars 2017 og er at finna her.

Kelda: www.hagstova.fo

SáH

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.