Fólkaflokkurin fekk 43,2% og 1.476 stemmur, tað er ein afturgongd upp á 5%. Tað var eisini væntandi eftir stóru uppgerðina í flokkinum og at flokkurin fyri bert einum mánaði síðani skifti formannin út, eftir at Christian Andreasen legði frá sær og gavst í politikki.
Stóri stemmuslúkarin gjørdist nýggju formaðurin í Fólkaflokkinum Beinir Johannesen, hann fekk heili 718 og tað er ein framgongd upp á 147 stemmur, frá 571 til 718 og tað er einastandi gott. Nummar tvey gjørdist Árni Skaale við 265 stemmur og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur nummar trý við 241 stemmum. Øll hesi trý blivu vald inn í Løgting, so Fólkaflokkurin í Norðoyggjum vardi sín trý umboð, einasta broytingin hesaferð í mun til seinast er, at Jákup Mikkelsen er skiftir út við Árna Skaale, sum er nývaldur í Løgtingi.
Jóhanna Christiansen hevði eisini eitt gott val í Klaksvík, hon fekk 106 stemmur, seinast hon stillaði upp fekk hon 97 stemmur, men hesaferð var kappingin sera hørð um stemmurnar.
Samanumtikið eitt góðkent val í Klaksvík fyri Fólkaflokkin, sjá úrslit og stemmurnar herundir.
SáH