NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð: Vit stuðla verkamannafeløgunum

19/3/2017

Comments

 
Billede
Tá ið Fólkaflokkurin tók við leiðsluni í Klaksvíkar Býráð í 2009, lá Kósavirkið stilt. Hetta var fíggjarligur smeitur fyri kommununa. Vit kunnu ikki góðtaka, at sitandi stjórn ætlar at fremja átøk, ið tekur grundarlagið undan virkseminum í Klaksvík.

Tí stuðla vit heilt og fult sjónarmiðunum hjá okkara verkamannafeløgum.

Mikudagin 8. mars sendu verkamannafeløgini í Norðoyggjum skriv út, har tey m.a. søgdu: Verður uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan samtykt, er stórur vandi fyri, at hundraðtals arbeiðspláss í Norðurøkinum fara at hvørva um heilt stutta tíð.

Tí vilja vit við hesum heita á politiska myndugleikan – og fyrst og fremst á tingmenn í Norðoyggjum, um at steðga ætlanini hjá landsstýrinum”. Víðari siga tey: “Vit hava tvær ferðir seinastu 25 árini upplivað, at virkið hevur staðið stilt, og tað er ein støða, sum vit ikki ynskja at uppliva aftur.”

At tilverugrundarlagið í Føroyum er fiski- og alivinnan, má vera hvørjum føroyingi púra greitt. Norðoyggjar hava alla seinastu øld verið tætt tengdar at broytingunum í fiskivinnuni. Hetta hevur givið okkum góðar uppgangstíðir eins væl og álvarsligar niðurgangstíðir. Hóast viðurskiftini hava verið óstøðug, hava vit altíð átt dugnalig vinnulívsfólk, ágrýtnar sjómenn og áhaldandi arbeiðsfólk, sum hava starvast í fiskivinnuni.

Somuleiðis hava vit í Klaksvík altíð upplivað tætt samstarv millum verkamannafeløgini og arbeiðsgevarar. Feløgini hava havt góð arbeiðspláss til limir sínar sum hægstu raðfesting. Báðir partar hava havt stóra virðing hvør fyri øðrum. Um hetta ikki var, høvdu vit ikki havt so sterkan búskap í Norðoyggjum, sum allar Føroyar hava notið gott av.

Ynsktu skriv frá samdum býráð
Vit høvdu ætlað, at eitt samt býráð skuldi senda skriv út, har vit, uttan mun til politiskan lit, stóðu saman um okkara verkamannafeløg og arbeiðspláss. Semja fekst ikki um tað, hóast fleiri av ætlaðu átøkunum í Fiskivinnunýskipanini tykjast at hótta tilverugrundarlagið í Norðoyggjum. Tíverri var ikki politiskur vilji til hetta.

Vit eru greið yvir, at tíðin rennur undan og 1. januar nærkast. Hóast hetta, so meta vit ikki vera rætt, at eitt so álvarsamt mál, sum rakar allar føroyingar, á ein ella annan hátt, ikki varð sent til hoyringar, áðrenn tað varð latið løgtinginum. Hetta sýnist at vera ein taktikkur fyri at geva teimum, ið virka í vinnuni minni umhugsanartíð áðrenn niðurstøðan er kend og fyri at fáa átøkini ígjøgnum.

Vit fara at heita á tingfólkini í landnyðringsøkinum og somuleiðis á øll løgtingsfólk um at lurta eftir fakligheitini og teimum sum nústani verða hoyrd.

Latið vera við at samtykkja Fiskivinnunýskipanina í verandi líki, eftir at tit hava fingið so nógvar greiðar áheitanir og ávaringar.

Klaksvík 18. mars 2017
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð
Gunvá við Keldu
Atli S. Justinussen
Beinir Johannesen
Herfrí J. Sørensen

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.