NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

FM í dart

15/4/2018

Comments

 
Billede
Tíðindaskriv:

​F​M í dart var leygardagin hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyriskipararnir høvdu lagt nógv fyri, til tess at skapa góðar karmar um tiltakið, samstundis sum Kringvarpið eisini stroymdi frá avgerandi dystunum um kvøldið.

Tvímansleikur

Lagt var til brots kl 11 við tvímansleiki. 29 pør høvdu meldað til.

Tey 8 styrkismettu pørini megnaðu nærum øll at spæla seg fram til fjórðingsfinalurnar. Í fjórðingsfinaluni fullu silvurvinnararnir frá 2017, Bogi Isaksen og Kristian Joensen (KDF).
Í fyrru hálvfinaluni spældu Remy Gaardlykke & Petur Thomsen (D16) móti Hans Eivind Olsen & Hera Kallsoy (Team Sandoy). Her var greiður munur á pørunum, so Remy & Petur vunnu 4-0.
Í seinnu hálvfinaluni spældu Jan McIntosh & Uni Árting (HDF) móti Ólavi Ellingsgaard & Esmar Mikkelsen (Pílar & skot). Hesin dysturin var heldur javnari, men til endan vunnu Jan & Uni 4-2.
Finalan gjørdist sostatt ein endurtøka av hálvfinaluni í 2017, har Jan og Uni gjørdust føroyameistarar.
Hesaferð megnaðu Petur og Remy at fylgja við Jan & Una til 2-2, men so dragnaði. Jan og Uni vunnu finaluna 5-2 og endurvunnu harvið føroyameistaraheitið.

Einmansleikur kvinnur

Í einmansleiki hjá kvinnum, høvdu 8 tær bestu tryggjað sær atgongd til FM-endaspælið. 
Lýdia á Smið (Kaldbak) hevur alt kappingarárið skarað framúr og tey flestu roknaðu við, at hon fór at vinna FM.
Í bólkaspælinum hjá kvinnum vann Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy) móti Lýdiu og tí bleiv nakað av spenningi í. Elisabeth mundi tó snávað í fjórðingsfinaluni móti Gunnbjørg Dam (VDF), men vann til endan 3-2 og vann síðan hálvfinaluna 3-0 móti Joan Edvør Thomasen (VDF). Lýdia vann greitt sína fjórðingsfinalu, men fekk harða mótstøðu í hálvfinaluni frá Anniku Joensen (Team Sandoy). Lýdia megnaði tó at vinna 3-2 og so skuldu Lýdia og Elisabeth aftur hittast í finaluni.
Elisabeth hevði sum sagt vunnið á Lýdiu í bólkaspælinum og Elisabeth vann eisini fyrsta settið í finaluni. Men so raknaði Lýdia við og vann finaluna 4-1 og gjørdist harvið føroyameistari.

Einmansleikur menn

Í einmansleiki hjá monnum, høvdu 32 teir bestu tryggjað sær atgongd til FM-endaspælið. 
Longu í bólkaspælinum snávaðu fleiri av hægst styrkismettu spælarunum. Hvørki Bogi Isaksen, Uni Árting ella Hans Eivind Olsen megnaðu at vinna sín bólk og føroyameistarin frá 2017, Jón Johansen, endaði á triðja plássi í sínum bólki. Hetta hevði millum annað við sær, at Jón og Bogi hittust longu í 1/16 finaluni. 
Ein tættur dystur, sum Bogi vann 3-2.
Bogi tapti í 1/8 finaluni móti Hera Kallsoy, meðan Hans Eivind tapti móti Jan McIntosh, so longu nú vóru tveir úr top 5 útslignir.
Í fjórðingsfinaluni brustu tveir av favorittunum saman, Uni Árting (HDF) og Remy Gaardlykke (D16). Remy hevði spælt sera væl allan dagin og hann helt støðið og vann ein greiðan 4-1 sigur á Una. Jan McIntosh (HDF) vísti eisini styrki í fjórðingsfinaluni við settum á 15, 16 og 17 pílar. Martin Heldarskarð (KDF) og Jan Erik Fjallstein (VDF) vunnu báðir 4-3 í hvør sínari fjórðingsfinalu og so vóru hálvfinalurnar mannaðar.
Mest óvæntaði maðurin í hálvfinalunum var Martin Heldarskarð. Hann skuldi royna seg móti Remy. Martin legði hart út við at vinna fyrsta settið og hevði eisini møguleikan at leggja seg á odda 2-0, men tók ikki av. Eftir hetta hevði Remy tamarhald á dystinum og vann 4-1, hóast Martin fylgdi væl við í teimum flestu settunum.
Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Jan Erik Fjallstein. Jan var greiður favorittur og vann eisini fyrsta sett, men Jan Erik javnaði til 1-1. Eftir hetta var Jan tó klárt tann betri og vann 4-1.
Finalan var sostatt millum teir báðar hægst styrkismettu spælararnar, Remy Gaardlykke og Jan McIntosh. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Eftir tvey jøvn sett var støðan 1-1. Eftir hetta var Remy klárt tann betri og vann dystin 5-1. Sostatt gjørdist Remy Gaardlykke føroyameistari hjá monnum.
​
Dartsamband Føroya
Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.