Ein av vanlukkunum viðførdi beinbrot, ein hevði deyða sum fylgju og tí seinastu sum hendi kl.11.00 i morgun vita vit enn ikki hvussu álvarsamur skaðin er. Tó, felags fyri allar hesar vanlukur er, at øll fólkini sum vóru úti fyri vanlukku, vóru útlendingar.
Alt bendir á, at við vaksandi ferðafólkum í føroyum, er tørvur á at vit føroyingar skulu til at gera vegleiðingar og reglar um, hvussu ein ber seg at í fjøllunum. Kanska tíðin enntá er búgvin til, at við skulu hugsa um at gera gøtur til ferðafólk at ganaga eftir, soleiðis at vit kunna tryggja nakrar leiðir, so fjalla vanlukkur ikki blíva gernadiskostur í summarhálvuni. Samstundis, kunna slíkar vegleiðingar og gøtur eisini verða við til at verja nøkur økir, har nógv fuglalív er, sum t.d. gonguna út til Mykines hølm.
JáH (y 17.07.2016