Arbeiðið við at víðka útibarnagarðin við einum bygningi afturat er um at verða liðugt. Nú er komið so langt áleiðis, at dagurin er ásettur, har nýggjasta eindin í Fjallafípuni letur upp, og 24 børn afturat fáa møguleika at ganga í útibarnagarði í vakra umhvørvinum Úti í Grøv.
Vaksandi barnatalið í Klaksvíkar kommunu hevur ført við sær, at býráðið í 2018 tók avgerð um at útbyggja Fjallafípuna, soleiðis at øll børn í Klaksvíkar kommunu framyvir fingu møguleikan at ganga eitt ár í útibarnagarði.
Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung, gleðist um, at kommunan endiliga kann seta dato á, nær klárt verður at taka ímóti fleiri børnum, umframt at hetta ger, at 24 nýggj dagstovnapláss vera tøk.
– Eg fegnist um, at nýggi bygningurin tekur seg væl út í umhvørvinum. Eisini gleðist eg um, at ábøtur eru gjørdar á uttanumøkið, vegurin niðan til stovnin er breiðkaður og parkeringsviðurskiftini eru munandi betri. Nú vænti eg, at bæði børn og starvsfólk eru spent at sleppa til verka og njóta frálíku umstøðurnar, sigur Beinta Klakstein.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH