Brimil kom teimum til hjálpar og sleipaðu teir inn á Klaksvík og har vóru teir í morgun klokkan 06:00.
Tosaði við manningina og søgdu teir at teir vóru glaðir, at tað var um summari at hetta hendi, tað var sera kált, har var slett ongin streymur, so man fekk ikki ein gang ein heitan kaffimunn. Veðrið var av tí besta, tað gekk eitt sindur av tíð, til Brimil kom okkum til hjálpar, men tað gekk gott og skjótt at sleipa okkum til Klaksvíkar.
Teir liggja nú við NFCS og eru teir byrjaðir at landa hann.
Teir hava 51.000 pund, so hevði gjørdist ein góðir fiskitúrur, men ikki góðir teknisk.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 50.654 pund, tað mesta var havtaska og toskur, 16.900 pund havtaska, 11.700 pund toskur, 8.000 pund tunga og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Her filmsklipp og myndir, tá ið Fiskaklettur og Brimil komu aftur í morgun klokkan 06:00, sjá herundir.
SáH