Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Í løtuni eru í alt 38 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.
Tvey fólk eru framvegis innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 25. mars 2020 klokkan 07.40