
Eftir at borgarstjórin og landsstýrismaðurin í hvør sínum lagi høvdu verið í Degi & Viku í farnu viku, um ferðsluna ígjøgnum miðbýin í Runavík, serliga eftir at tunnilin verður liðugur, gjørdust teir samdir um, at landsstýrismaðurin skuldi koma á “almenna” vitjan hjá kommununi í dag.
Jørgen Niclasen kom við embætisfylgi sínum og stjóranum á Landsverki á gátt kl. 13 í dag. Tekniska deildin hjá kommununi hevði til høvið fyrireikað eina framløgu, um hvar ið málið um til- og frákoyringina til Eysturoyartunnilin stendur í løtuni. Eftir tað skiftu borgarstjórin og landsstýrismaðurin orð um málið.
Síðan var farið ein busstúr ígjøgnum býin, út til Bylgjuna og tunnilsmunnan og haðani óku vit eftir lendinum, har Fjørðuvegurin ætlast at vera, heilt inn til gamla handilin hjá Hans Peturi í Heimistovu. Ongar niðurstøður vóru gjørdar, hetta var fyrst og fremst ein kunningarferð, men ongin ivingur er nú um, at landsstýrismaðurin eftir vitjanina er betri fyrireikaður til at viðgera málið enn nakar av undanmonnum hansara, tríggir í tali, sum ikki góvu sær stundir til á staðnum at seta seg inn í hvat ið málið snýr seg um. Í sínari tíð var tað júst Jørgen Niclasen, sum landsstýrismaður, ið fekk tunnilslógina um Eysturoyartunnilin samtykta á Føroya løgtingi við stórari undirtøku. Tí kennir hann av góðum grundum málið betri enn tey flestu á landspolitiska pallinum.
Eftir bussferðina var lagt at landi hjá flakavirkinum hjá Faroe Origin (Lynfrost). Stjórin Jens Pauli Petersen greiddi gestunum frá virkseminum hjá samtakinum, sum rekur flakavirki í Saltangará, saltfiskavirki á Toftum og eigur og rekur fleiri trolarar. Áleið 220 fólk starvast hjá felagnum. Eftir eina rundferð á virkinum, m.a í virkishøllini, har landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa uppá flakakvinnurnar, var farið inn á Garðar í Søldarfirði, har hjúnini Lena og Jákup borðreiddu ein bita fyri vertum og gestum.
Kelda: Runarvíkar Kommuna