NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

FÍGGJARKARMUR 2022 OG LÁNTØKA SAMTYKT

24/9/2021

Comments

 
Picture
Klaksvíkar býráð viðgjørdi hósdagin 23. september yvirskipaða fíggjarkarmin fyri komandi ár og lántøku.

Í uppskotinum frá umsitingini um fíggjarkarm, sum tekur støði í metingum frá Fíggjarmálaráðnum og Taks, eru inntøkurnar komandi ár settar til 298,7 mió.kr. Harav er raksturin mettur til 237,6 mió.kr., sum er 8,6 mió.kr. hægri enn metta nýtslan í 2021. Vøksturin í rakstrinum hjá kommununi hevur seinastu árini annars ligið á 3,8 %. Í 2018 var raksturin 198,9 mió.kr., og í 2021 er hann mettur til 229 mió. kr.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldi samtykti býráðið einmælt tilmælið frá fíggjarnevndini um fíggjarkarm fyri 2022. Fíggjarnevndin mælti til at áseta inntøkunrar at vera á sama stigi sum í ár. Inntøkurnar fyri 2022 eru sostatt settar at vera 305 mió kr., og rakstrarútreiðslurnar 238 mió kr. Avlopið frá rakstrinum er sostatt 67 mió. kr. Avlopið áðrenn íløgur og avdráttir 60 mió. kr.

LÁNTØKA
Á fundinum viðgjørdi býráðið, hvørt Klaksvíkar kommuna skal hækka bankaskuldina við 15 mió. kr. Samtykt varð, at umsitingin fær heimild til at taka lán upp á 15 mió.kr. til fígging av virkseminum í 2021. Við hesum verður bankaskuldin 285 mió. kr.

Nýggjasta metingin fyri 2021 er, at úrslitið eftir íløgur verður -82,5 mió.kr. Tað merkir, at kommunan skal taka lán upp á 82,5 mió.kr. til fígging av virkseminum í 2021. Av hesum hevur kommunan tikið 70 mió. í láni fyrr í ár, og biðið verður nú um heimild at taka tað, sum restar í fyri at tryggja, at tær ætlaðu verkætlanirnar verða framdar. Fæst fíggingin uppá pláss, verða íløgurnar í 2021 mettar at vera tils. 145 mió. kr. 

Umsitingin hevur mælt til at útvega ein kassakredit á minst 20 mió kr. fyri at tryggja gjaldførið hjá kommununi framyvir. Ein meiriluti í býráðnum samtykti at veita umsitingini heimild til at taka ein kassakredit á 30 mió. kr. Hesar 30 mió. kr eru einans ætlaðar til gjaldførið og ávirka tí bert nettoskuldina í tann mun, at kassakreditturin verður brúktur.

Við hækkingini á 15 mió. + 30 mió. verður samlaða bankaskuldin hjá kommununi 315 mió.kr., og nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu verður tí líka oman fyri álíkningina. Orøskin til hækkandi nettoskuld er, at roknskapirnir frá 2018 til 2021 vísa tilsamans eitt hall á 180 mió.kr.

Les býráðssamtyktirnar her: Býráðsfundur 23. sep. 2021

Klaksvíkar Kommuna

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.