Hyggja vit eftir tølunum, so var árið í fjør sermerkt á tann hátt, at met nógv byggiloyvir vórðu givin til bæði íbúðir (50), onnur byggiloyvir, t.d. tilbygningar, bilhús, hjall v.m.(103). Eisini vórðu 13 byggiloyvi til sethús givin. Seinastu 10 árini eru í alt loyvir givin til 89 sethús og 93 íbúðir í kommununi. Sum heild vísir gongdin seinnu árini ein støðugan vøkstur í virkseminum í kommununi.
Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um stóra eftirspurningin eftir bústaði í Klaksvík.
- Sum borgarstjóri er hetta sera gleðiligt, at nógv verður bygt. Fólkatalið í Klaksvík og í kommununi setur met, og merkir tað, at vit sum kommuna áhaldandi mugu síggja møguleikar og skapa karmarnar, soleiðis at tað kann gerast lagaligt fyri borgarar og vinnufyritøkur at byggja.
- Umfamt íbúðabygging í býnum, so hevur kommunan fleiri grundstykkir á Fossum klár í summar. Somuleiðis er verkætlanin við fleiri vinnuøkjum við Borðoyarvík komin væl áleiðis. Tí kann eg ikki siga annað enn, at hetta er ein spennandi tíð, sum gevur mær góðar vónir um framtíðina.
Korona setti ferð á
Síðani korona tók seg upp í 2020, eru met nógvir fyrispurningar komnir frá privatum um byggiloyvi til tilbygningar, umbyggingar, bilhús, hjallar o.a. í stórum vøkstri.
- Tað vísir seg, at meðan samfelagið á fleiri økjum fór niður í ferð, so vóru tað rættiliga nógv, sum fóru at byggja um, byggja bilhús og hjallar. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv virksemi hevur verið, síðan korona tók seg upp. Tí er tað eisini serliga spennandi at fylgja gongdini, og vóni eg sjálvandi, at góða gongdin heldur fram, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.
Klaksvíkar Kommuna