Hetta kvøldið blivu boð send til min av borgara um avdotnan mann i miðbýnum. Maðurin var fullur og hevði ligið fleiri timar úti i regninum og kuldanum.
Viðkomandi hevði roynt i fleiri umførum at ringt til landssjúkrahúsið og løgregluna um at hjálpa manninum, men ongin vildi kennast við ábyrgd. Viðkomandi borgari metti mannin vera i lívsvanda, og kendi sær ongi onnur ráð enn at skriva til min. Í tí eg skuldi ringja 112 koma boð á tlf at nu var hjálpin komin.
Hetta er ikki fyrstu ferð tað hendir i okkara býi. Tað skal ikki gerast munur á okkara borgarum, ein avdottin fullur maður i lívsvanda skal hava eins góða hjálp og øll onnur. Hann er borgari i okkara kommunu og menniskja eins og øll onnur.
Vónandi hendir hetta aldrin aftur
Annika Olsen (Facebook 08.10.2019)
Borgmeistari Tórshavn