NP
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eyð Matras fekk Listarvirðisløn Nólsoyar Páls

5/1/2016

Kommentarer

 
Billede
​Gamlaárskvøld varð Listarvirðisløn Nólsoyar Páls á triðja sinni latin lokalum listafólki, og hesaferð varð Eyð Matras heiðrar fyri síni mongu avrik innan leiklist.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt, áðrenn hann handaði Eyð Matras Listarvirðisløn Nólsoyar Pálls til nýggjárshaldið á posthúshjørninum:

​Gott kvøld øll somul

31. desember, sum vit kalla nýggjársaftan, ber jú eisini heitið “Gamlaárskvøld”. 

Hetta er ein dagur og eitt kvøld, har vit skifta ímillum tað gamla og tað nýggja. Vit minnast aftur á farna árið, og vit gleða okkum til tað komandi.

Í nógvar mátar hevur 2015 verið eitt framúr gott ár, og tí er tað við góðum treysti, at vit um eina lítla løtu seta hol á 2016.

Vit hava bæði nógv at gleðast um og nógv at gleða okkum til, og eg vil sjálvandi nýta høvið at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár, við tøkk fyri brátt farna.

Listin hevur í nógv ár lívgað um tilveruna í Klaksvík, og hon gongur eini uppaftur bjartari framtíð í møti.

Dreymurin um at gera hetta gamla og ikoniska posthúsið um til ein nútímans mentanarpall, nærkast nú veruleika við smáum, men framsøknum fetum. 

Í framtíðini fer posthúsbygningurin at húsa fleiri listagreinum. 

Tónleikalistin, myndlistin og leiklistin fáa allar eitt virðiligt høli og ein virðiligan pall her í hjartanum í Klaksvík.

Hesum hava vit stóran tørv á í býnum, og tí eri eg sera glaður fyri, at vit nú endiliga seta hol á verkætlanina, sum fer at geva listini betri karmar.

Eins og undanfarnu tvey árini fara vit at heiðra einum lokalum listafólki við Listavirðisløn Nólsoyar Pálls.

Áður hava vit heiðrað tónleikara og myndlistamanni, og í ár hevur nevndin valt at heiðra eitt av okkara allarfremstu leiklistafólkum.

Hon er ein úrmælingur á sínum øki, sum í nógv ár hevur ríkað føroyska mentanararvin, og sum vit eisini vænta at uppliva meira av í framtíðini.

Hon hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir innan sína listagrein, og hon hevur lyft listina í Klaksvík upp á eitt yrkisstøði við sínum fantastisku evnum til at rúnarbinda áskoðararnar.

Hon er ein sannur einari, sum fylgir hjartanum heldur enn streyminum. 

Og við einmansavrikum í heimsflokki hevur hon í fleiri umførum gjørt fortíðina livandi fyri okkum, við at sett sjóneykuna á avrik, sum okkara forfedrar hava megnað í gomlum døgum. 

Í hesum høpi hevur hon eisini víst fyrimyndaligar dygdir í at varpa ljós á undangongukvinnur, sum hava slóðað fyri við dirvi og árræði.

Ígjøgnum árini hevur hon virkað bæði frammanfyri og aftanfyri leiktjøldini. Og vit hava bæði sæð hana í filmum í sjónvarpinum og hoyrt hana lesa søgu í útvarpinum.

Hon hevur áður fingið Ársins Herðaklapp frá Tjóðpallinum og MÁF, fyri síni einastandi avrik á og nærhendis sjónleikapallum. Men í kvøld verður hon heiðrað í Klaksvík. 

Her vaknaði áhugi hennara fyri sjónleiki, og her tók hon fyrstu fetini fram ímóti pallinum sum 15 ára gomul. Tá slapp hon at royna seg sum teskara í Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Síðani hevur hon vant og arbeitt seg upp. Teskarin í myrkrinum er vorðin stjørnan á pallinum.

Unga og evnaríka gentan í Klaksvík er vorðin víðagitin, ikki bara í Føroyum, men eisini í øðrum norðanlondum.

Hon hevur drigið hópin av áskoðarum úr øllum landinum til Klaksvíkar, og hon hevur knýtt samband til Íslands, haðani hennara hollasti samstarvsfelagi og inspiratiónskelda - Sigrún Valbergsdóttir - stavar.

Hon er í roynd og veru ein lokal listastjørna, sum skínur bjart bæði heima og úti. 

Listavirðisløn Nólsoyar Pálls 2015 verður latin Eyð Matras.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH 

Kommentarer
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2019
    November 2019
    Oktober 2019
    September 2019
    August 2019
    Juli 2019
    Juni 2019
    Maj 2019
    April 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    August 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Maj 2018
    April 2018
    Marts 2018
    Februar 2018
    Januar 2018
    December 2017
    November 2017
    Oktober 2017
    September 2017
    August 2017
    Juli 2017
    Juni 2017
    Maj 2017
    April 2017
    Marts 2017
    Februar 2017
    Januar 2017
    December 2016
    November 2016
    Oktober 2016
    September 2016
    August 2016
    Juli 2016
    Juni 2016
    Maj 2016
    April 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    September 2015
    August 2015
    Juli 2015
    Juni 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Marts 2015
    Februar 2015
    Januar 2015
    December 2014
    November 2014
    Oktober 2014
    September 2014
    August 2014
    Juli 2014
    Juni 2014
    Maj 2014
    April 2014
    Marts 2014
    Februar 2014
    Januar 2014
    December 2013
    November 2013
    Oktober 2013
    September 2013
    August 2013
    Juli 2013
    Juni 2013
    Maj 2013

    RSS-feed

Styret af Opret din egen unikke hjemmeside med skabelonerm du kan skræddersy.
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim