NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Eru ongir glottar at hóma í nýggju menningarætlanini fyri sjúkhúsverkið?

7/7/2016

Comments

 
Billede
​Steinbjørn O. Jacobsen, skrivar.

Eru ongir glottar at hóma í nýggju menningarætlanini fyri sjúkhúsverkið?

Tað eru nógvar ógvuliga neiligar viðmerkingar gjørdar í samband við nýggja menningarætlanina, m.a. um eina felags sjúkrahúsleiðslu, at niðurlaga skaðastovuna, v.m.   Lat meg siga beinanvegin, at eg eri samdur í viðmerkjarunum, at hetta má ikki henda, og eg havi vónir um, at Siri Stenberg ikki fer at seta hetta í verk, annars fær hon stórar trupulleikar í samgonguni.

Ein av táttunum í menningarætlanini, sum mær líkar, ynski eg at gera viðmerkingar til.

Nýggja menningarætlanin leggur upp til størri samstarv millum læknavaktina (1870) og Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta er kent í Suðuroynni, har borgarar verða vístir til Suðuroyar Sjúkrahús umvegis læknavaktina. Hetta lættir um hjá kommunulæknunum í oynni, og er helst eisini skilagott í mun til gagnnýtslu av arbeiðsorkuni á heilsuøkinum sum heild. Kanska kann eitt økt samstarv eisini vera áhugavert hjá kommunulæknum,  at tikið á seg starv í Norðoya Læknadømi?

Eitt størri samstarv við Klaksvíkar Sjúkrahús um læknavaktina,  ger atgongdina hjá borgarum í norðurøkinum lættari uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Eitt nú hevði tað verið skilagott at havt ávísar tíðir á kvøldi og í vikuskiftunum, har borgarar sum hava bráðfeingistørv á læknahjálp, kundu verið sæddir og hjálptir av lækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. 

Stóri trupulleikin hjá sjúkhúsverkinum er stóri tørvurin av læknum. Tað er tað eisini í Klaksvík (hóast tað vist gongur væl at fáa avloysarar at taka vikariat í KS. Eg veit ikki um nakar fastsettur serlækni er á KS. 

Sami trupulleikin er í kommunulæknaskipanini. Í Føroyum eru 20 av 30 kommunulækastørvum mannaði við fastsettum kommunulækna. Í Klaksvík er bert ein fastsettur kommunulækni eftir 1. August. Kann ein størri samskipan og møguliga ítøkiligt samstarv, ikki bert um læknavaktina (1870)sum álitið leggur upp til, hugsast at økja um møguleikarnar fyri at fáa kommunulæknar til økið?
Í Eysturoynni er støðan meinlík henni í Norðoyggjum, við tað at bert 2 av 6 størvum eru mannaði við fastsettum kommunulækna pr. 1. august. 

Bert ein settur kommunulækni í Norðoyggjum eftir 1 august 2016

Eftir 1. august er bert ein settur kommunulækni í Klaksvík, sum tíverri hevur verið darvaður av sjúku. Tað merkir at skiftandi avloysarar koma at manna 2 av 3 viðtalum inntil onkur kommunulækni ynskir starv í Norðoya Læknadømi. Hvussu áhugavert er tað hjá einum ungum kommunulækna at arbeiða undir umstøðum við skiftandi avloysarum?

Ungir læknar ynskja at arbeiða saman við øðrum í størri eindum. Er tað hugsandi, at eitt økt samstarv millum kommunulæknaøkið og Klaksvíkar Sjúkrahús hevur nakað at bjóða í hesum sambandi? Røntgen og aðrar sjúkrahúsfunktiónir eru undir sama takið og lætt atkomiligar í tí dagliga arbeiðinum?

Ov nógv fólk til hvørja normering

Tað búgva umleið 5900 fólk í norðurøkinum. Í løtuni er Norðoya læknadømi normerað til 3 læknar, við knappliga  2000 borgarum pr. lækna. Hetta er í yvirkantinum. Um  vit siga at fýra kommunulæknar áttu at verið í Klaksvík, so er spurningurin um læknamiðstøðin er ov lítil. Skal man tí hugsa um at flyta virksemi á læknamiðstøðini út á KS?

Kann tað hugsast, at ein enn størri samskipan við kommunulæknaøkið kann gagna tilgongdini av kommunulæknum í Klaksvík? Verður tað meira spennandi at virka sum kommunulækni í Klaksvík, um virksemi verður flutt á KS?

Eg veit, at teir eldru kommunulæknarnir hava ikki verið so glaðir fyri hesa hugsan, um møguliga at flyta út á KS. Ein av grundgevingum teirra er, at kommunulæknaarbeiðið og sjúkrahúsarbeiðið  ikki skal blandast, men um teir ungu kommunulæknarnir hava somu hugsan veit eg ikki. 

Økt samstarv eisini um Leirvíksfjørð

Hvat við enn breiðari samstarvi millum kommunulæknar tvørturum Leirvíksfjørð  og KS? Um allir kommunulæknarnir í Eysturoynni ( sum er 6) og kommunulæknarnir í Norðuroyggjum samstarva við eini normering á 4 læknar í Norðoya læknadømi, um at manna forvaktina á KS so eru stívliga 5 vikur í part. Kann hetta gera tað áhugavert hjá kommunulæknum at taka á seg fast starv í Norðoyggjum og Eysturoynni? Hetta gevur stórt fíggjarligt ískoyti, tað vita vit.

Tað er eyðsæð, at  vikuvaktir ikki eru tað, sum vit vanliga forbinda við kommunulæknaarbeiðið, og eru hesar vaktir heilt givið strævnar. Men um økt samstarv tvørtur um Leirvíksfjørði kundi virka til øktan fleksibilitet í gerandisdegnum hjá kommunulæknunum, við at bólkurin av fastsettum kommunulæknum gjørdist størri, so var útslitið til gangs fyri allar borgarar í økinum.

Mín fatan er, at hetta eru áhugavedir spurningar í samband við komandi samstarv millum Kommunulæknarskipanina og Klaksvíkar sjúkrahús. Stuttligt at hoyrt, hvat fólk halda um hetta eg her havi nevnt.

Steinbjørn O. Jacobsen 
Varaborgarstjóri.

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.