Nú er Tjørnunes sett í sigling, men hetta er als ikki nøktandi. Forstandi ikki at Klaksvíkar Kommuna góðtekur viðferðina okkara borgarar í Kalsoynni fáa. Hevði hatta verið aðrastaðni í Føroyum, so hevði verið mótmælir umgangandi og Kringvarp Føroyar hevði gjørt fleiri sendingar um hvussu illa fólk vera behandlaði á útoyggj av Strandfaraskip Landsins, men her norðuri sigur ongin nakað.
Hetta skrivar Strandfaraskip Landsins á teirra heimasíðu:
Vegna tekniskar trupulleikar við Erlu Kongsdóttir røkir Tjørnunes fyribils siglingina á leið 56, mánadag 5. september. Siglt verður soleiðis: Úr Klaksvík kl. 17:30 Úr Syðradali kl. 18:00 Úr Klaksvík kl. 18:20 Úr Syðradali kl. 18:50 Úr Klaksvík kl. 22:15 (tilkall) Úr Syðradali kl. 22:35 (tilkall) Bygdaleiðir í Kalsoynni koyra í smb. við broyttu fráferðinar.
Her filmsklipp, har Tjørnunes er á veg til Kalsoynna: