NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Er nakar fjølmiðlasiður í KVF 

17/9/2016

Comments

 
Billede
Aftan á at hava lurtað eftir tínum elendigu sendingum á R7, havi eg absolutt onga tiltrúgv til tíni evni at reflektera yvir nakað sum helst. (citat Brynhild Thomsen, journalistur) 

Helt hetta verða í so ófantaligt aftursvar til pástand mín um at danska grundlógin var galdandi í Føroyum, men valdi at lata verða við at spyrja nærri. 

Seinni bleiv eg uppringdur og fekk at vita, at lívligt kjak var á einari facebook-síðu, Miðlafólk. Hetta er ein lukkaður bólkur við 142 limum. Fekk Petur Jacobsen, stjóra í R7, sum er limur í hesum bólki at tekna meg sum lim. Men enn eri eg ikki accepteraður og eftir viðmerkingunum til umbønina frá Petur at døma, so eri eg óynsktur. Men tað ger minni. Eg skuldi bert brúka limaskapin til at svara pástandum aftur.  
Nú kann eg so staðfesta, at Miðlafólk er ein exclusivur klubbur og einki hevur við góðan fjølmiðlasið at gera. Og nú vita tit onnur so eisini tað. 

Orsøkin til at journalistar í KVF fóru í sjálvsving er, at týsdagin 13 september luttók Alex Vilhelm í sendingini Metis, har Eivind Jacobsen er vertur. 

Alex vísti á faktuellar feilir í KVF í samband við umrøðu av hansara persóni. Og hetta er orsøkin til at tey í KVF eru sera ill. Tað harmiliga er, at eingin av teimum hugsar um at kanska hevur Alex rætt. 

Alex ringdi til mín fyri góðari viku síðan. Hann hevði skriva frágreiðing, sum var 11 síður long. Eisini hevði Alex greinar og annað tilfar sum dokumentatión. At Alex velur at tosa við R7 er av tí einfaldu orsøk, at hann ikki hevur álit á KVF. Alex hevur ikki álit á at hann verður rætt endurgivin. Tað hava vit hoyrt frá øðrum eisini. 

Serliga beit eg merki í eina grein, sum býráðsformaðurin í Vági, Dennis Holm (tjóveldi) hevði skriva sum verja fyri Alex og samstarvsfelagarnar (http://sudurras.fo/?p=42740 ) Hetta er óhoyrt at ein borgarstjóri átalar ósakligar fjølmiðlar á hendan hátt. 

Tað var sera einfalt hjá mær at hyggja eftir ymisku punktunum. Og tað ber val til at eftirkanna upplýsingarnar uttan at tosa við Alex. Tað ber eisini væl til at eftirkanna upplýsingarnar uttan at tosa við KVF. 

Eftir stendur tí, at R7 og fyri tann skuld eisini undirritaði er ákærd av starvsfólki í KVF fyri ósakligan tíðindaflutning. Hetta verður gjørt uttan prógv fyri pástandinum. Hetta verður gjørt uttan at prógva, at tað Alex segði í R7 sendingini týsdagin er skeivt. 

Alex legði haldgóð prógv á borðið, sum dokumentera, at tað m.a. KVF hevur sagt er ósætt. 

Tað Alex ynskir er at søgur verða slettaðar 
Søgurnar sum eru ósannar um, Ólógligt fiskarí, Ólóglig sigling, Ólógligur eginpeningur, Alex snýtti (nn) 
 
Slett onki hald er í hesum søgum. Tað er ikki bara í KVF, at hesar søgur enn kunnu lesast. Alex ynskir at hesar verða slettaðar, tí tað skaðar hann og hansara samstarvsfelagar at hesar enn síggjast. 
 
Hetta má sigast at verða rímuligt krav. 
Undirritaði radiovertur í R7 tekur fyri givið, at KVF slettar hesar søgur beinan veg, ella eisini prógvar at hesar eru sannar. 
 
Alex kann ivaleyst góðtaka at KVF starvsfólkini fara í 14 september ball í kvøld og pleja timburmenn í morgin og møta til arbeiðis mánadagin. 
 
Undirritaði og R7 tola eitt sindur av hvørjum og krevja onga almenna umbering. Men tað hevði glett okkum, um KVF rættaði teir skeivleikar, sum framdir eru móti Alex og annars gevur Alex eina umbering, eins og góður fjølmiðlasiður er. 
 
Vinarliga 
 
R7 Radio 
 
Eivind Jacobsen, radiovertur í sendingini Metis í R7. 

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.