![Billede](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/taivan1.jpg?1540183860)
Minst 18 menniskjur hava latið lív og 178 fingu skaða, tá ið eitt tok fór av sporinum í Yilan ígjár.
CNN skrivar, at tokið varð á veg til Shulin og Taitung, tá ið tað fór av sporinum. 366 ferðafólk vóru umborð, tá ið heili átta tokvognar fóru av sporinum - har fimm av hesum vognunum fóru bóltandi runt.
JáH (y) 22.10.2018