Her var nógv ymiskt tilfar lagt fram um støðuna í Føroyum og í grannalondum okkara, bæði um søguligu gongdina og støðuna í dag.
Annbjørg á Høvdanum staðfesti í framløguni av kanning, sum hon hevur gjørt, at talið av óhappum og vanlukkum er minkað munandi, men at tað er nógv eftir, sum kann gerast betri. Her er talan um átøk av ymsum slag, bæði í mun til lóggávu, endurnýggjan av fiskiflotanum og um hugburð, kunning og upplæring. Hon endaði framløguna við at vísa ein stuttan kunningarfilm og legði fram tríggjar faldarar, sum eru gjørdir til ymsar skipabólkar.
Les meira HER
Kelda: Gransking.fo