– Tá ið Hvalbiartunnulin varð skotin ígjøgnum skoyti KVF mær ikki ein tanka, hóast eg varð einasti politikari norðan fyri tunnulin.
– Tá ið spurt varð um suðuroyartunnulin varð eg einasti Tingmaður úr suðri ið ikki varð spurdur.
– Tá talan var um rumbli við sjúkhúsleiðsluni varð eg ikki spurdur.
– Borgarstjórin í Hvalba og eg vórðu úti við felagsskrivi um grótkasti í Hvalba tá bleiv eg heldur ikki spurdur.
– Sjófeingislógin varð væl debatera og eg sum sjálvur annar varð sjómaður á Tingið, varð ikki spurdur.
– Tá ið sendingin, Ungar røddur á Tingið, bleiv eg heldur ikki nevndur, Steffan K Poulsen bleiv trods alt nevndur í endanum og fekk síðani eina ÚF sending væl seinri.
– Í kvøld í D&V varð grivið eitt sindur í óskilinum á tunnilsvegnum í Hvalba. Tað er ongin ið hevur gjørt meira vart við tað enn eg, men heldur ikki har bleiv man so mikið sum nevndur.
Gaman í tá Barbara vil gera gjøldur við Tingmonnum, slepp eg tó við.
Tað er hugstoytt at eg so ofta verði lopin um. Tí skal ein yvirliva sum politikari, má man sleppa framat í miðlunum. Hinir miðlarnir hava tó verði óførður at minst til mín.
Jóhan Eli L Poulsen, Facebook 04052021