Týskvøldið 24. apríl hevur Húsið á seinasta sinni opið á Klaksvíksvegi 57, har ungdómurin hevur húsast síðan byrjanina í 2006. Farið er undir umvælingararbeiði í Húsinum, har annað virksemi í næstum flytir inn, og í Atlantis, sum í framtíðini verður bústaður hjá ungdómshúsinum.
Tað, at Húsið nú verður flutt nærri miðbýnum, gevur fleiri fjølbroyttar møguleikar fyri samansjóðing av ymsu frítíðartilboðunum til børn og ung. Eitt nú er staðsetingin praktisk hjá teimum, ið ganga til venjing ella annað í sama nærumhvørvi eftir skúlatíð, tí flestu hentleikarnir í býnum eru beint í túninum.
Klaksvíksvegur 57 fer framyvir at húsa almenna stovninum “Gloym meg ei”, sum hevur tænastuøki í Norðoyggjum og Eysturoy. Flytingin er so smátt byrjað, og “Gloym meg ei” letur upp í nýggju hølunum í summar.
OPIÐ HÚS OG “FARVÆL” TÝSKVØLDIÐSummarsteðgurin og flytingin merkir eisini farvæl við ungdómshúsið í tí hami, vit hava kent tað síðan byrjanina. Húsið slóg dyrnar upp á fyrsta sinni 27. februar 2006, og hesi farnu 12 árini eru helst fleiri túsund barna- og ungdómsskógvar slitnir á Klaksvíksvegi 57.
Tí bjóðar Húsið øllum at vera hjartaliga vælkomin til eitt alment farvæl-kvøld, har Danny and the Veetos fara at spæla seinastu konsertina í stóra felagsrúminum.
Húsið letur upp fyri seinastu ferð á Klaksvíksvegi týskvøldið kl. 18, og konsertin byrjar kl. 21.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna