NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Elsebeth Mercedis spyr um oljuleiting í føroyska økinum

23/8/2023

Comments

 
Picture
​Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaðurí uttanríkis-og vinnmálum
Evni: Oljuleiting í føroyska økinum


Spurningar:
1. Hvat hevur landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri oljuleiting ítøkiliga gjørt fyri at fáa gongd á oljuleiting í føroyska økinum, síðani spurningurin hjá undirritaðu varð svaraður fyrr í ár?

2. Eigur landsstýrismaðurin, sum ovasti myndugleiki á økinum, sjálvur at taka stig, sum kunnu gera, at meiri hendir á hesum øki?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott at broytt skattaskipanina í samband við oljuvinnuna, fyri soleiðis at gera Føroyar eitt meiri attraktivt land at gera leitingaríløgur í?

4. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt stóru inntøkumøguleikarnar fyri Føroya fólk - um Føroyar velja at gera brúk av oljuinntøkumøguleikanum/frálandavinnu?

5. Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær greitt, at longu frá fyrsta degi eru stórar inntøkur at heinta í samband við royndarboringar, herundir veitingar/tænastur, umframt viðlíkahald av útgerð á vaktarskipum, veitingarskipum og boripallum og flúgving úr útheimi til og frá Føroyum av arbeiðsfólki og sakkunnleika, - og síðan frálandaflúgving úr Føroyum út á pallarnar?

Viðmerkingar:
Nú er nakað síðan, vit høvdu gott og gevandi orðaskifti á Løgtingi um framtíðar oljuleiting, har staðfestur varð stórur meiriluti í politisku skipanini fyri at taka undir við oljuleiting, og harvið halda fram við Open Door leitiskipanini. Tí er sera áhugavert at fáa at vita, hvat landsstýrismaðurin ítøkiliga hevur gjørt fyri at fáa gongd á leiting, síðan skrivligi fyrispurningurin til landsstýrismannin um oljuleiting í føroyskum øki bleiv svaraður 23. febr. 2023.

Vitandi um, at landsstýrismaðurin hevur sagt, at henda ábyrgd er latin Jarðfeingi at umsita, meti eg, at landsstýrismaðurin, sum ovasti myndugleiki á økinum, eigur at taka stig sum føra til, at meiri hendir á hesum øki. Hugsi, at tíðin er komin at rætta hond til áhugaðar íleggjarar bæði í Føroyum og uttanfyri Føroyar.

Vit eru í eini frálíkari støðu, m.a. tí at oljuprísurin er rættiliga høgur, og hevur verið tað í longri tíð, umframt at eftirspurningur eftir olju veksur hvønn dag, - og síðan tí at tað tøkniliga verður mett trygt og skilagott at gjøgnumføra leiting undir Føroyum.

Fyri at fáa gongd aftur á oljuleiting er neyðugt at skapa nýtt umhvørvi fyri íleggjarar, (nýggja strategi) fyri at vekja altjóða áhuga fyri leiting á landgrunni okkara.

Landsstýrismaðurin eigur sjálvur at taka stig til og brúka ta hepnu støðu, Føroyar eru í til at taka tøk, eitt nú við at bjóða oljufeløgum og íleggjarum til eina ráðstevnu um orku og oljuleiting undir Føroyum.

Hetta er kanska júst rætta løtan til at fyrireika og varpa ljós á eina slíka ráðstevnu um orku, bæði olju og gass og grøna orku. Hvussu kunnu hesi virka hvør sær og saman.

Sum eg skilji tað frá fleiri greinum á føroyska orkuportalinum orkan.fo, fer bretska stjórnin í næstum helst at góðkenna eina stóra olju- og gassútbygging við markið eins og at lata stórt tal av nýggjum loyvum til leiting, helst eisini nær við føroyska markið.

Er hetta nakað, sum vit í Føroyum kunnu gera brúk av? Kann hetta lata hurðar upp fyri einum samstarvi millum Føroyar og Bretland innan orku?

At sjálvur bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak fyri kortum hevur sagt frá, at stjórnin fer at skunda undir olju- og gassvirksemið í Norðsjónum, t.v.s. eisini í økinum millum Hetland og Føroyar, er kanska nakað, sum okkara vinnumálaráðharri eigur at taka til sín og kanna, hvussu vit kunnu gera brúk av hesum. Eg vil fegin vera konstruktiv í hesum sambandi og fari at heita á Høgna Hoydal um saman við andstøðuni á tingi at taka stig til at skipa fyri eini ráðstevnu, har vit varpa ljós á framtíðar orkugongdina og menningina í økinum millum Føroyar og Hetland, eisini kallað Atlantsmótið.

Tað er sera umráðandi, at vit føroyingar vísa álvarsemi (commitment) í hesum máli fyri at verða tikin í álvara.

Ein gongd leið kundi eisini verið at tonkt grøna virksemið uppí leitingina, soleiðis at leitingin gerst partur av grøna orkuskiftinum í Føroyum. Tað er kent, m.a. frá norsku frálandavinnuni, at framleiðslupallar í nærmastu framtíð verða el-riknir, - har grøn orka til havs verður nýtt í staðin fyri fossil drivnar motorar/turbinur o.s.fr. Soleiðis gongur frálandavinnan í dag hond í hond við grøna orkuskiftinum.

Endamálið við oljuframleiðslu seinnu árini hevur flutt seg frá at snúgva seg mest um orku, til nú at snúgva seg meiri um tilfar og útbúnað, soleiðis sum vit kenna tað frá á leið øllum vørum í einum framkomnum samfelag.

Løgmaður tosar í ólavsøkurøðu síni um javnvág, - her er ein ítøkiligur møguleiki at fáa væl betri javnvág ímillum inntøkur og útreiðslur, serliga við atliti til raksturin av okkara vælvirkandi vælferðarsamfelag, okkara børnum og framtíð at frama, og harvið eitt fjølbroyttari inntøkugrundarlag fyri Føroyar.

Á Løgtingi, 23. august 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Comments
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.