NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Elsebeth Mercedis spyr Sólvit um Bústaðir

22/6/2022

Comments

 
Picture
​Elsbebeth Mercedis Gunnleygsdóttur spyr Sólvit E. Nolsø, landsstýrismann í almannamálum 8 spurningar viðvíkjandi Bústøðum, les fyrispurningar herundir:

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður

Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum

Evni: Bústaðir

Spurningar:
1. Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina  hjá Bústøðum?
2. Hvørjar byggiverkætlanir eru í gongd?
3. Av hesum, hvørjar byggiverkætlanir eru settar í gongd við nýggju fíggingarheimildini?
4. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis saman við øðrum íleggjarum?
5. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis til serligar málbólkar í samstarvi við Almannaverkið?
6. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd á bygging saman við øðrum íleggjarum?
7. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fara í gongd við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar (fyri Almannaverkið)?
8. Verða byggiverkætlanir bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða uppá arbeiði fyri Bústaðir?

Viðmerkingar: 
Tað var eitt stórt fet rætta vegin, tá bústaðarpakkin endaliga bleiv samtyktur tann 25. mars 2021.  Við bústaðarpakkanum fingu Bústaðir 450 mió. kr. at arbeiða við komandi árini.
200 mió. krónur skuldu fíggja bústaðarverkætlanir til serligar málbólkar uttanfyri vanliga bústaðarmarknaðin, eitt nú lestraríbúðir, búfelagsskapir til fólk við serligum tørvi og barnaverndarstovnar.
Hinar 250 mió. krónurnar skuldu fíggja vanligar íbúðir –  saman við øðrum íleggjarum. Harvið fer lánsheimildin hjá felagnum at røkka til munandi fleiri íbúðir enn áður.
Bústaðir søgdu longu fyri fleiri árum síðani – longu undir undanfarnu samgongu – at stovnurin hevði fleiri verkætlanir á skriviborðinum, men tey fingu ikki farið í gongd við tær, tí fígging var ikki til tað.

Tí skuldi man trúð, at Bústaðir vóru klár at fara í gongd so skjótt, sum nýggja lógin um Húsalánsgrunn varð samtykt tann 25. mars 2021, og stovnurin fekk møguleika at læna 450 mió. kr. Tí verða hesir fyrispurningar settir.

Á Løgtingi, 21. juni 2022

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.